Privatlívspolitikkur.
Hetta er privatlívspolitikkurin hjá Thomsen
Okkara privatlívspolitikkur lýsir, hvørjar persónsdátur verða savnaðar á okkara heimasíðu: https://thomsen.fo og hvussu upplýsingarnir annars verða brúktir, goymdir og hvørjar mannagondir vit hava, sum skulu trygga at vit handfara dátur á rættan hátt.
Hvørjar persónsdátur savna vit og hví?
Cookies
Tá tú vitjar heimasíðuna hjá Thomsen savna vit ikki upplýsingar um tína teldu/eind, tín kaga, hvar tú ferðast runt á Thomsen.fo.
Sjálvbodnar starvsumsóknir/ Starvsumsóknir til lýst starv
Tá fólk søkja sjálvboðið starv hjá Thomsen og til eitt lýst starv, er tað mest vanliga, at tað verður gjørt við at senda teldupost til thomsen@thomsen.fo. Tá tað verður gjørt á tann hátt, verður umsókn goymd í elektroniskari “starvsfólkamappu”. Hálva hvørt ár vera hesar umsóknir slettaðar.
Vangin
Tá kundar stovna vanga á heimasíðuni, hava okkara veitarar av heimasíðuni atgongd til hesar upplýsingar, men vit hava undirskrivað skjal um trúnað við okkara veitarar. Harumframt hevur okkara bókhald eisini atgongd til hesar upplýsingar. Á vanganum skrásetir kundin, navn, adressu, tlf. nr., konto nr., veitingarstað og aðrar upplýsingar ið eru relevantir í samband við oljuveiting. Um kundin ikki ynskir at hesar upplýsingar framhaldandi vera goymdir hjá Thomsen, kann kundin seta seg í samband við kontórið. Tað er bert møguligt at strika vangan, um kundin ikki longur ynskir at bíleggja olju.
Viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við tíðindabrøv
Thomsen sendir kunning við teldubrævi og sms til kundar. Kunningin inniheldur uppdateraðar prísir og annað sum er viðkomandi. Thomsen nýtir ikki kundans teldupostadressu og sms til marknaðarføringstilfar.
Fyri at Thomsen kann senda tær kunning, er neyðugt, at Thomsen nýtir teldupostadressuna og tlf. nr. sum tú uppgav í samband við stovning av vanga á heimasíðuni. Thomsen fer ikki at brúka teldupostadressuna og tlf. nr. til annað enn at senda tær kunning. Tá tú skrásetir tína mailadressu hjá Thomsen samtykkir tú samstundis til, at Thomsen kann viðgera persónupplýsingar um teg.
Teldupostadressan og tlf. nr. hjá tær verður goymd í bókhaldsskipanini hjá Thomsen og hjá SP/F Kodio, ið umsitir heimasíðuna hjá Thomsen. Teldupostadressan hjá tær verður ikki deild við onnur.
Greining og deiling av dátum
Heimasíðan hjá Thomsen savnar ikki upplýsingar inn um tína vitjan á okkara heimasíðu.
Tíni rættindi
Tú hevur rætt til at fáa atgongd til allar upplýsingar vit hava um teg. Um tú ynskir, at strika upplýsingar um teg ella tillaga teir, so kanst tú senda ein teldupost til thomsen@thomsen.fo við tínum ynskjum.
Hevur tú spurningar?
Er eitt hvørt tú ivast í ella vilt spyrja um, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 615555 ella senda ein teldupost til thomsen@thomsen.fo
Dagføringar
Vit mæla tær til at vitja hesa síðu javnan, soleiðis at tú altíð ert kunnug/ur við okkara viðgerð av tínum persónsdátum og møguligum broytingum í okkara privatlívspolitikki.
Hendan síðan er seinast dagførd 22.10.2025
Samband og dátueftirlit
Eftirlit og dagføringar av hesari síðu verða framdar av ábyrgdarstarvsfólkum hjá SP/F Thomsen:
Úti Við Neyst 13
430 Hvalvík
V-tal 637726
Avgreiðslutíðir:
Mánadag til fríggjadag
8:00 – 16:00
Tel +298 61 55 55
thomsen@thomsen.fo