HSEQ.
Thomsen veitir gassolju til føroysk húsarhald og vinnukundar egnum tangabilum. Okkara mál er at veita eina álítandi og dygdargóða tænastu, samstundis sum vit verja náttúruna, tryggja eitt heilsugott arbeiðsumhvørvi og seta trygdina í hásæti í øllum, vit gera.
Gjøgnum okkara HSEQ-leiðsluskipan binda vit okkum til hesar meginreglur:
· Góðska og Kundanøgd (Quality): Vit stremba eftir at veita rættstundis levering og framúr kundatænastu. Vit tryggja okkum, at okkara kundar fáa røttu vøruna á rætta stað, og vit brúka afturmeldingar frá viðskiftafólkum til áhaldandi at betra um okkara tænastustøði.
· Heilsa, Trygd og Trivnaður (Health & Safety): Vit binda okkum til at veita eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi til tess at fyribyrgja arbeiðsskaðum og sjúku. Trygdin hjá okkara starvsfólkum er raðfest fremst – hetta er galdandi í ferðsluni, undir áfylling av bilunum, og tá oljan verður avgreidd heima hjá kundanum. Vit arbeiða miðvíst við at beina burtur vanda og minka um arbeiðsumhvørvisváðar.
· Umhvørvisvernd og fyribyrging (Environment): Vit binda okkum til at verja umhvørvið og fyribyrgja dálking. Av tí at okkara kjarnuvirksemi er flutningur, er okkara størsti umhvørvisvandi oljuspill og útlát frá bilum. Vit hava strangar mannagongdir fyri at fyribyrgja leka, og vit miðja eftir at minka um okkara CO2-útlát gjøgnum skynsama rutulegging og umhvørvisvinarliga koyring. Okkara bilar skulu altíð lúka hægstu EUR góðkenning.
· Lógarkrøv og Samstarv (Compliance): Vit yvirhalda allar galdandi lógir og bindandi krøv og reglugerðir fyri flutning av vandamiklum farmi og tær trygdar- og umhvørvisreglur, sum kundar, veitarar og myndugleikar seta.
· Starvsfólkaluttøka: Vit trúgva uppá, at ein sterk HSEQ-tilvitan krevur, at øll eru við. Vit tryggja, at okkara starvsfólk verða tikin við í ráð og luttaka aktivt í at menna, fremja og betra um okkara HSEQ-skipan.
· Áhaldandi Menning: HSEQ-arbeiðið er ein støðug tilgongd. Vit seta okkum ítøkilig mál fyri góðsku, trygd og umhvørvi, vit máta okkara avrik, og vit arbeiða áhaldandi við at betra okkara mannagongdir og okkara leiðsluskipan.
Hesin politikkur setur rammurnar fyri okkara virksemi. Hann verður eftirmettur regluliga av leiðsluni, er gjørdur kendur fyri øllum starvsfólkum, og er tøkur fyri kundum og øðrum viðkomandi áhugapørtum.