Búmerkið hjá felagnum
Heim / Tænastur /
Oljuveiting

Oljuveiting.

Hvør veitir hitatænastu um tú keypir olju frá Thomsen?

Thomsen setir ongi krøv um hvønn veitara ið kundar nýta. Thomsen kann ávísa kundar til SP/F Eftirlit.fo, um kundin ynskir tað. Tlf. nr. til oljusølu og hitatænastu er 615555, svarar alt døgnið alt árið.   

Hvør kann keypa? 

Søla og levering av gassolju til privat og vinnu á ávísum økjum í Føroyum. 

Hví verður bert leverað til ávís økir í Føroyum? 

Thomsen hevur avmarkaðan kapacitet í samband við útkoyring og kann tí, í núverandi støðu, einans levera olju á meginøkinum.  

Hvussu nógv skal eg keypa? 

Minsta bílegging er 700 L. Um áfylling er lægri enn 700 L verður eitt eyka avgreiðslugjald á kr. 350 tikið. Um tú hevur sjálvirkandi áfylling, verður hetta avgreiðslugjald ikki tikið. 

Tú kanst eisini velja sjálvvirkandi áfylling. 

Hvussu skráseti eg meg til sjálvvirkandi áfylling?

Tú kanst tilmelda teg sjálvvirkandi áfylling við at ringja til okkum tlf. 615555 ella við at stovna tær ein vagna á okkara heimasíðu við at trýsta her.     

Hvussu bíleggi eg?

Bíleggjast kann á heimasíðuni við at trýsta her.

Hvørjir upplýsingar skulu skrásetast í samband við bílegging?

Keyparin skal stovna ein vanga, har neyðugir upplýsingar vera skrásettir, fyri at kunna levera olju. 

Keyparin verður biðin um at upplýsa:

  • Navn
  • adressu hjá rindara
  • adressu/ur á veitingarstaði/um
  • telefonnummar
  • mail adressu
  • um kundin ynskir sjálvvirkandi áfylling ella vil bíleggja olju sjálvur
  • um kundin ynskir at Thomsen skal fáa í lag avtalu viðv. hitatænastu ella ikki
  • konto nr. (har peningurin skal trekkjast av umvegis mín rokning) 

Hvørjar eru gjaldstreytirnar í samband við levering av olju? 

21 dagar við sjálvvirkandi gjalding eftir levering

Nær verður leverað?

Innan 3 yrkadagar